Føroya náttúraPosted by Magnus Gaard Wed, December 09, 2009 12:35:45Vit eru knýtt at okkara næstum tvíleiðis. Teir kunnu vera ting og teir kunnu vera tú. Næstin er t.d. ein maskina ella biokemi í eygunum á einum lækna sum kannar sjúkueyðkenni hjá einum sjúklingi. Men læknin er vónandi eisini knýttir at sjúklinginum sum eitt tú ella sum ein veruligur næsti. Tað er grundknýtið okkara til alt rundanum okkum - eg og tú. Uttan teg er heldur ongin eg. Í tilknýtinum til ting eru ongin virðir. Ting eru í einum tilstandi og tað er tað. Náttúrvísindini síggja bara ting. Tær síggja molekylir, gras, blóð, æðupisir og mold. Tær síggja ikki teg. Tí er tað høpisleyst, tá ið náttúruvísindaligar grundgevingar sleppa at standa einsamallar í læknaetiskum, og náttúruetiskum spurningum. Tað er ongin vegur uttanum, at vit eisini eru tilknýtt náttúru og næstum á einum dýpi, sum ongin mátitól røkka niður í.
Føroya SjósavnPosted by Magnus Gaard Fri, December 04, 2009 14:07:23Føroya Sjósavn hevur nú verið opið í 3 ár. Tað er ongin ivi um, at tiltakið hevur verið ein sólskinssøga. Vitjunartølini hava verið høg í mun til onnur søvn í býnum, og skúlaflokkar og barnagarðar hava tikið stak væl ímóti nýggja tilboðnum í býnum. Higartil hevur raksturin av Sjósavninum verið fíggjaður av Tórshavnar býrráði, egnum inntøkum, stuðli frá EIK og Atlanntskolvetni og so stuðulsjáttanum hjá landinum. Samlaði raksturin hevur verið á leið 3/4 millión. Í longdini ber ikki til at reka eitt akvarium við so lítlari fíggjarorku. Idealisma og trúgv kann flyta fjøll; og tað er í ein stóran mun idealisma og trúgv, sum eru orsakirnar til, at vit hava eitt akvarium í Sandágerði. Men eldurin sløknar fyrr ella seinni, og um akvariuminum skal verða lív lagað, so má raksturin av akvariuminum fáast í eina trygga og meira rímiliga legu. Tað skal bera til at reka akvariumið, hugsað nýtt, taka ímóti skúlaflokkum og barnagarðum við einum smíli og seta lítlar spennandi framsýningar og granskingarætlanir ígongd, uttan at leggja alt ov stórar byrðar á einstøk fólk.
Fyri at røkka hesum máli
má býrráðið halda fram við stuðlinum
má mentamálarráðið fíggjað ein part av virkseminum.
tí............
Egnar inntøkur og sponsorinntøkur kunnu ikki blíva nógv størri enn tær longu eru.
Livst so spyrst!
lívfrøðiPosted by Magnus Gaard Fri, December 04, 2009 13:30:58Nú er lívfrøðibókin til 7 flokk komin. Ein næmingabók og ein arbeiðsbók. Ein partur er náttúrusøgan. Tað er ein gjøgnumgongd av høvuðsbólkunum av lívverum á jørðini. Tað er sjálvandi ein risastórt fakøki, sum eg her havi roynt at kóka niður í 40 síðir. Tað er ikki lætt skal sigast. Næsti partur er um lívið undir sjóneykuni. Tað eru kyknir, arvastrongurin og eitt evarska lítið sindur um arvalæru. Tað kemur nógv meira um arvalæru í bókunum til 8 og 9 flokk. Triði partur er um mannakroppin. Serligur dentur er lagdur á kost og heilsu, rørslu, samskifti ímillum kyknir og kynsgøgnini hjá kvinnu og manni. Síðsti partur er um lívfrøði í verki. Tað er ein gjøgnumgongd av ymiskum lívfrøðiverki í Føroyum.
Góðan arbeiðshug og lesihug !
Føroya náttúraPosted by Magnus Gaard Fri, October 26, 2007 08:35:45Tað abstrakta og tað ítøkiliga
Eg siti júst í løtuni og skrivið um náttúrusøgu. Hetta er ein partur av einari lærubók í lívfrøði til 7 flokk. Vit kláraðu okkum stak illa í náttúrusøgu í PISA kanningini, sum var herfyri. Ein partur av trupulleikanum er eftir mínum tykki, at vit hava vent frálæruni á høvdið. Fyrst tað abstrakta, og so tað ítøkiliga. Tað er ein sannroynd at abstraktiónsevnini hjá minni børnum eru avmarkað. Hinvegin hava tey eini ótrúlig evni til at goyma ítøkiliga vitan, og flokka hana. Náttúrusøga er júst eyðkend við at vera sera ítøkilig. Tað eru allar tær livandi verurnar rundanum okkum. Hvussu liva tær ? Hvørjar líkjast ? og hvørjar líkjast als ikki ? Hví er ein soppur ikki ein planta ?. Hetta kann ongantíð lærast ov nógv ella ov tíðliga. Hinvegin er tað ein abstraktión at byrja at tosa um biomassa, frumframleiðslu og føðiketur. Eftir mínum tykki skulu vit vera ógvuliga varin við abstraktiónum ov tíðliga í frálæruni. Teir meira konstrueraðu samanhangirnir fáa børnini ríkar møguleikar at læra um seinni, um tey hava áhugan, og tá hava tey so eisini ítøkiliga vitan at koyra í abstraktiónirnar um rætt er farið fram.